Hósdagin 13. desember kl. 16 lata fimm kreativar konur, ið kalla seg ?Sprøklurnar? upp litríka framsýning við listahandverki í Smiðjuni í Lítluvík Tær hava tikið táttin upp aftur frá desember í fjør, og í ár eru tað Olivia Kristiansdóttir, Tove Askham, Marjun Jóanesardóttir, Jonna Justinussen og Poulina Jóanesardóttir, ið sýna fram.
Øll eru vælkomin, og høvi er at njóta ein drekkamunn á framsýningini, og kanska tú finnur tær seinastu jólagávurnar her.
Á framsýningini verða nógv vøkur ting at fáa. Seymað jólapynt, ting úr gandadeiggi, troyggjur, hosur, sjal, seyðaskinn, smúkkur, skjúrtatoy, sett við fyriklæði/turriklæði til føroyska búnan, taskur til føroyska búnan, og síðst men ikki minst ? eru tær vælsmakkandi brendu mandlurnar aftur á skránni.
Upplatingardagin, hósdagin 13. desember, er opið frá kl. 16-21. Hinar dagarnar er opið kl. 10-21, tó sunnudagin kl. 14-21.
Framsýningin er opin til og við týsdagin 18. desember.