Nýggi sprøjtubilurin hjá Skálafjarðar sløkkiliði hevur seinastu tvær vikurnar staðið uttan fyri hjá Berg Motors í Havn, hóast hann longu skuldi verið latin sløkkiliðnum.
Okkurt pappírsarbeiði hevur vanta, men nú er alt um at koma í rætt lag, og bilurin verður ivaleyst latin sløkkiliðnum mánadagin, sigur Sunleiv Højgaard, sløkkiliðisleiðari hjá Skálafjarða sløkkiliði.
Onkrar mannagongdir eru broyttar í sambandi við innflutningin av tílíkum bilum, sum krevur meira pappírsarbeiði enn áður, og tað skuldi avgreiðast, áðrenn bilurin kundi útflýggjast.
Nýggi sprøjtubilurin kostar um tríggjar milliónir krónur, og hann skal avloysa gamla sprøjtubilin í Runavík, sum nú er vorðin 33 ára gamal.
Umframt sprøjtubilin í Runavík hevur Skálafjarðar sløkkilið eisini ein sprøjtubil á Skála.











