Spotify: Truplari at hoyra nýggjasta tónleikin

Heimsins størsta plátufelag Universal hevur gjørt avtalu við tónleikatænastuna Spotify um, at frameftir kann plátufelagið krevja, at bert gjaldandi brúkarar hjá Spotify kunnu hoyra eina nýggja útgávu fyrstu tvær vikurnar.

Universal umboðar tónleikarar sum Ed Sheeran, One Direction, Katy Perry, Justin Bieber og Kanye West.

Higartil hava øll havt somu atgongd til tónleikin á Spotify, og tey, sum kunnu liva við at hoyra nakrar lýsingar av og á, hava ikki havt fyri neyðini at gjalda fyri Spotify. Men frameftir skalt tú verða sokallaður Premium kundi – tað vil siga gjaldandi – fyri at hoyra allan tann nýggjasta tónleikin.

Tað er helst bert spurningur um tíð, áðrenn onnur plátufeløg fara at krevja tað sama av Spotify.