Kreppurakta FC Barcelona hevur verið í fíggjarligum trupulleikum seinastu árini, men ein risa avtala við svensku tónleika-stroymingartænastuna Spotify kemur at geva felagnum yvir tríggjar milliardir krónur.
Tað skriva spanskir miðlar í vikuni. Spotify hevur keypt rættindini til spælaratroyggjurnar, venjingarklæðini og navnarættindini til kenda leikvøllin, Camp Nou, sum nú skal eita “Spotify Camp Nou”.
Spanska blaðið Sport skrivar, at avtalan samanlagt kemur at geva FC Barcelona yvir tríggjar milliardir krónur tvey komandi tólv árini. Tað hevur eisini ljóðað, at tað ikki bara kemur at standa Spotify á troyggjuni, men nøvn á tonleikarum og útgávum, sum Spotyfi ynskir at lýsa fyri.
Fíggjarliga óskilið í FC Barcelona kostaði felagnum Lionel Messi í summar, men fyri landsliðssteðgin eydnast felagnum at vinna 4-0 á Real Madrid. Tað hevur givið eina vón um, at ítróttarliga vendin er á veg – spurningurin er so fíggjarliga vendin eisini er á veg?