Tónleikastroymingstænastan Spotify fer í næstum at bjóða Netflix og øðrum sjónvarpsstroymingstænastum av. Spotify fer nevniliga undir at stroyma egingjørdar sjónvarpsrøðir.
Sambært amerikanskum miðlum fer Spotify at gera 12 egnar sendirøðir. Millum luttakararnar eru amerikanski sjónleikarin Tim Robbins og stovnarin av plátufelagnum Def Jam Records, Russel Simmons.
Sendingarnar fara í stóran mun at taka útgangsstøði í tónleikaheiminum. Í onkrum førum er talan um dokumentarrøðir, okkurt eru konsertupptøkur, meðan onkrar hava breiðari popp-mentanarligan áhuga.
Sendingarnar fara at vara millum tveir og 15 minuttir og í fyrsta umfari eru tað einans brúkarar í USA, Stórabretlandi, Týsklandi og Svøríki, sum fáa atgongd til sendingarnar.
Spotify hevur áður boðað frá, at tænastan fer at senda sjónvarpssendingar í samstarvi við millum annað Comedy Central.
- Tónleikur verður altíð tað týdningarmesta, men okkara kundar ynskja meiri av okkum. Tí er neyðugt, at vit kunnu veita nýggja vøru, og eg vænti, at tað verður video, sigur Tom Calderone, sum er innihalds- og partnarastjóri hjá Spotify við Bloomberg.
Spotify hevur í dag 75 milliónir brúkarar, har av 30 milliónir eru rindandi brúkarar.