CX-7 byrjaði sum konseptbilurin Mazda MX-Crossport fyri umleið tveimum árum síðan. Tá hann seinni hevði heimspremieru í Detroit, varð navnið broytt til Mazda CX-7.
Hóast Mazda CX-7 er ein sonevndur crossover - ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum, er í veruleikanum talan um ein SUV (Sport Utility Vehicle) við føstum og sportligum koyrieginleikum.
Við sínum 2,3-litra (260 hk) bensinmotori við turbo og beinleiðis innspræning er CX-7 ein bilur sum er væl egnaður til at koyra long strekkir, uttan at tey ferðandi í bilinum møðast. Leðurkabinan er bæði snøgg og sportslig við góðum plássi til fimm vaksin og teirra viðføri.
CX-7 hevur eina framkomna 4x4 skipan sum standard, har bilurin vanliga verður drivin av framhjólunum, meðan bakhjólini hjálpa til, so hvørt sum tørvur er á tí. Soleiðis at bilurin alla tíðina passar seg til undirlendið, har hann koyrir. 18” hjól eru standard.
Í mun til longdina (467 cm) er CX-7 rættuliga breiður (187 cm), og hæddin er 165 cm. Bilurin er lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum, og við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu (275 cm) til frama fyri plássið við baksetrini. Viðførisrúmið er 455 litrar.
Bilurin, sum var royndarkoyrdur, kostar kr. 498.000. Tá er talan um ein rættuliga væl útgjørdan bil við t.d. BOSE-ljóðanleggi, xenon forlyktum og el-stilling av førarasetrinum. CX-7 hevur keyless system, har bilførarin, við ein plastkorti uppi á sær, kemur til bilin, setur seg inn og startar uttan lykil.
Mazda CX-7 kann síggjast og roynast hjá Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrja við kr. 448.000.