Føroya Tele skipar saman við fjepparafelagnum, Skansanum fyri stórari upphiting í Dansifrøi frá klokkan 14 í morgin í samband við, at Føroyar og Lettland spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli klokkan 17 í morgin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini SportBoxini á Rás2 fyrrapartin, har prátað Áka L. Hansen frá Føroya Tele og Andrass Thomsen frá Skansanum.
Áki og Andrass greiddi frá øllum, sum skipað verður fyri, har ímillum einari spennandi Instragram-kapping, sum Føroya Tele skipar fyri.
Tróndur Arge sigur frá HM-undankappingardystinum millum Føroyar og Lettland. Sendingin byrjar longu klokkan 12, har fyrst verður sagt frá FM-finaluni í bestu kvinnudeildini millum EB/Streym/Skála og KÍ. Tá tann dysturin er liðugur og FM-steypið er handað verður upptakt til landsdystin.