Sportboxin: Mikkjal Thomassen er gestur í dag

Fótbóltur, FM finalur í hondbólti og ársins spælarar í flogbólti eru á skránni

Í Sportboxini, sum er á Rás2 hvønn fríggjadagin frá klokkan 15 til 17, verður fótbóltur, FM finalur í hondbólti og ársins spælarar í flogbólti á skránni.

 

Hoyr Rás2 á nestinum við at trýsta HER

 

Í fyrra tímanum kemur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, á vitjan. FM finalurnar vóru farna vikuskiftið og nú skulu ársins spælarar veljast. Hoyr millum annað hvørji eru í uppskoti.

 

Í fyrra tímanum verður eisini tosað um FM finalurnar í hondbólti. Hjá kvinnunum vann Kyndil 19-16 á VÍF, meðan tað hjá monnunum endaði púra javnt millum Neistan og H71. 25-25. Umboð fyri øll feløgini verða í Rásarúminum í dag.

 

Í seinna tímanum, sum er Fótbóltspanelið, verður Mikkjal Thomassen gestur. Venjarin hjá KÍ fór fyri trimum árum síðani til Klaksvíkar, fyri at gera KÍ til at toppfelag. Tvey silvurheiðursmerki í landskappingini og eitt steypagull er tað blivið til higartil.

 

Tú kanst senda viðmekringar ella spurningar til Sportboxina á 559999.