Í sendingini "SportBoxin" hevði Tróndur Arge stápla á beinini eitt "Hondbóltspanel", har Hjalti Mohr Jacobsen hjá Kyndli og Teis Horn Rasmussen hjá Neistanum vóru gestir.
Báðir hava ein serstakan trupuleika. Hvørki Kyndil ella Neistin fáa spælt sínar heimadystir í høllini á Hálsi í Havn fyrrenn í januar. Hjalti Mohr Jacobsen veit ikki við vissu at siga hvar Kyndil fer at spæla sínar heimadystir. Teis Horn Rasmussen fortaldi í sendingini, at fyrsti heimadysturin hjá Neistanum verður spældur í Kollafirði.
Saman við Tróndi Arge umrøddu Hjalti Mohr Jacobsen og Teis Horn Rasmussen eisini hondbóltskappingina, sum er fyri framman, og altjóða avbjóðingar, sum A-landsliðið nú hevur at bjóða.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Hondbóltspanelið, sum var í SportBoxini á Rás2 fyrrapartin í dag.










