Í Sportboxini, sum verður send hvønn fríggjadag á FM1, eru nú tríggir tímar av ítrótti. Frá klokkan 14 til 17 verður ein tími hondbóltur, ein tími flogbóltur og ein tími, sum er Fótbóltspanelið.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Í Fótbóltspanelinum, sum er frá klokkan 16 til 17 verður Hans Jørgen Djurhuus. Eftir 346 bestaliðsdystir, 22 mál, 128 gul kort, 17 reyð kort og fleiri túsund taklingar, hevur 39 ára gamli Hans Jørgen Djurhuus lagt skógvarnar á hillina. Hann spældi sín seinasta dyst fyri Víking móti HJK Helsinki í Champions League fyrr í summar.
Hans Jørgen er hálvur nesmaður og hálvur søldfirðingur, men er uppvaksin í HB og hevur eisini spælt við AB og B71, áðrenn hann í 2005 skifti til GÍ, sum í 2008 legði saman við LÍF til Víking. Her hevur hann vunnið FM tvær ferðir, og hevur vunnið ikki færri enn seks løgmanssteyp, sum er met. Fimm við Víkingi og eitt við GÍ.
Hans Jørgen Djurhuus var í sínum ungu døgum ein framrættaður spælari, har hann serliga gjørdi um seg á vonginum. Við tíðini bleiv hann umskúlaður til ein verjukendan miðvallara, har hann eisini bleiv úttikin til landsliðið, men tað bleiv ikki til nakran landsdyst.
Eftir 10 ár á besta liðnum hjá Víkingi, so skal Hans Jørgen Djurhuus nú til at brúka tíðina upp á okkurt annað. Tað verður tó ikki at ein trupulleiki, sigur havnarmaðurin, sum er búðsettur og giftur í Gøtu.
Í tímanum frá 14 til 15 verður hondbóltstímin, har Sjúrður H. Hoydal er vertur. Hann fær millum annað vitjan av Juliani Johansen og Mark Marcher gestir.
Í tímanum frá 15 til 16 verður tað flogbóltur á skránni. Serliga verður hugt eftir U17 kappingini, sum hevur verið í Ikast í hesum døgum, har bæði dreingja- og gentuliðið kláraðu seg avbera væl.
Tú hevur eisini møguleika at luttaka í sendingini, við at senda spurningar og viðmerkingar á 559999.