Vit kenna tað øll. Hetta, at tú alt í einum – upp á eitt lítið sekund – verður fluttur í annan heim. Tú steðgar á, dvølur við minnir og heldur síðan fram við tí, tú vart í holt við.
- Tað kann vera eitt lag, tú hoyrir og sum knappliga minnir teg aftur á ungdómsár við vinum – ella ein serligur smakkur frá farnari tíð, sum flytir teg til løtuna, tá tú toygdi teg upp til tær ovastu greinarnar í havanum hjá grannakonuni, tí har vóru tey bestu berini. Ella rákin av tara og tjøru ber teg aftur á løtur við abbanum og sildagørnum á fjørðinum eitt vakurt kvøld.
Rønn Eliasen, mentanarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu, vísir á, at tað at vera fluttur í annan heim fær okkum menniskju at steðga á, sansa, og tað vekir okkum til nærlagni og ríkar okkum góðu løturnar við minnum og søgum.
Mentanardagar 2018, sum eru í Fuglafirði í døgunum 28. august til og við 2. september, nema við hugtakið spor.
- Vit leita aftur til tey, sum gingu undan okkum. Hvørji vóru tey? Hvussu livdu tey? Og hvør var teirra søga? Søgur er júst tað, sum mentanardagar snúgva seg um. Ymiskar søgur. Søgur um tað unika, sum rørist millum fjøll og fjøru. Søgur sagdar við penslum, litum og leikum á framsýningum, og søgur sagdar við pennum og tónum. Søgur um fólk og sál, um fólk sum savnast um okkara uniku mentan og seta spor til komandi ættarlið at greina.
Sum mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu bjóðar Rønn Eliasen øllum – bæði nær og fjar – at vera hjartaliga vælkomin til mentanardagarnar. Fyrsti dagur var longu í gjár, men tann stóra skráin fyri mentanardagarnar í Fuglafjarðar kommunu byrjar í morgin, hósdagin 30. august og heldur fram til og við sunnudagin, 2. september.