Kirsten, ið er 60 ára gomul, hevur málað seinastu 10 árini, fyrst vóru tað mest alvarellir, men seinnu árini hevur hon bert málað oljumálningar.
Fyri einum ári síðan hevði hon eisini eina framsýning í Smiðjuni, tá vóru myndaevnini føroysk, men hesaferð er talan um eina heilt annarleiðis framsýning, sum hevur fingið heitið "Spor".
Kirsten er hálvføroysk, mamman er føroysk, Alma, dóttir Hans Nielsen, úr Kvívík, sum arbeiddi sum timburmaður.
51 oljumálningar eru á framsýningini sum verður opin til og við týsdagin 7. september, allar dagar frá kl. 14.00 ? 20.00.