Kurvabóltsfelagið, Sporðdrekin, hevur vunnið seg í FM-finaluna. Tað gjørdu teir við at vinna 59-44 á Hamari. Talan var um eina hálvfinalu, har Sporðdrekin var aftanfyri í hálvleikinum, skrivar Kringvarpið.
Hamar var á odda 27-22 í hálvleikinum, men megnaði ikki at halda fast og endaði við at tapa 59-44. Tað var serliga í triðja fjórðinginum, at Sporðdrekin kom fyri seg og setti seg á dystin.
Í hinari hálvfinaluni møtast Hávur og Ravnur. Sjálv FM-finalan verður 23. mars í høllini á Argjahamri.










