Spontan konsert við Hanus G. Johansen

Til áhugaverda tónleikaseminarið í Valhøll í Syðrugøtu mánakvøldið, vóru eisini fólk, ið serliga fáast við tónleik. Millum áhoyrarnar var eisini Hanus G. Johansen. Hann hevði gittaran við í bilinum, og tá fyrireikarnir spurdu, um hann kundi spæla nøkur løg, játtaði hann.

Tá Odd Sylvarnes Lund var liðugur við fyrilesturin, fekk Hanus G. Johansen orðið. Hann helt sama stílin, og spældi fleiri av hansara norsku sangum, sum Jacob Sande hevur skrivað, eitt nú “Eg ser inn i augo dine” og “Ikaros”.

Framførslan hjá Hanusi G. Johansen var somikið bergtakandi, at tá hann var liðugur, reistist Odd Sylvarnes Lund og spældi eitt lítið lag á reindjórafloytu og las einastu yrkingina, sum hann sjálvur hevur skrivað, upp.

Sostatt fingu áhoyraranir eina ókeypis konsert omaná tann áhugaverda fyrilesturin.