Sponsorklubbi fyri føroysk virki

Todi Jónsson og Fremad Amager ætla at gera ein føroyskan sponsorklubba, har føroysk virki, stór sum smá, kunnu seta pening í fyri at stuðla menningini av ungum føroyskum leikarum

Fleiri av fólkunum handan keypið av felagnum Fremad Amager høvdu tíðindafund hjá Eik í gjár. Hetta var fyrsti tíðindafundur, sum varð hildin í Føroyum í hesum sambandi.
Luttakararnir søgdu nógv av tí sama, sum bleiv sagt á tíðindafundinum í Danmark fyri góðari viku síðani, men móti endanum av tíðindafundinum boðaði Todi frá, at felagið ætlar at gera eitt føroyskt sponsor-toymi, sum skal stuðla ætlanini at menna ungar føroyskar spælarar.

Team Føroyar Business Club
Teir fýra, Todi Jónsson, Heini Zachariassen, Nicolai Kaas-Heilmann og Fritleif Olsen, eru samdir um, at Fremad Amager hevur møguleikar at gera seg galdandi í Superliguni.
Áhugin fyri føroysku íløguni í Fremad Amager er eisini stórur í Danmark, og tí hevur felagið hildið fast í mest sum øllum stuðlunum, samstundis sum nakrir eisini eru komnir afturat. Teir vilja tó gjarna hava, at føroysk virkir eisini verða partur av teirra ætlanum, og tí vilja teir gera ein føroyskan sponsorklubba. Her er ætlanin, at føroysk virki kunnu seta pening í fyri at stuðla ungum leikarum, sum vilja royna kreftir við útlendskan fótbólt. Hesin klubbin skal eita Team Føroyar Busines Club.
Hetta verður ein klubbi, har øll feløg kunnu seta pening í, bæði stór og smá. Ætlanin er eisini at geva áhugaðum feløgum ymsar ágóðar. Millum annað er ætlanin, at tey skulu sleppa til ymsar heimadystir hjá Fremad Amager, og verður hetta gjørt í samstarvi við Atlantic Airways.
Team Føroyar Business Club er liður í ætlanini hjá teimum at menna føroyskan fótbólt, og um hetta fer at rigga, so kann tað økja um møguleikarnar hjá ungum føroyskum leikarum at sleppa út um landoddarnar at spæla.