Sponsor-nøvn sleppa ikki framat

Sjónvarpið og Útvarpið vilja ikki, at teirra sendingar skulu setast í samband við sponsorar hjá triðja parti



Sponsor-avtalur


Herfyri kunngjørdi Hondbóltssambandið á tíðindafundi, at teir høvdu gjørt avtalu við Atlantic Airways og Sunset Boulevard, sum framyvir skuldu stuðla bestu mans- og kvinnudeildini í landinum.
                      Millum annað innibar avtalan, at hondbóltskappingarnar framvyir skulu broyta navn, soleiðis at talan nú verður um ávíkavist Atlantic Airways-kappingina og Sunset-kappingina. Slíkar avtalur hava verið vanligar uttanlands í fleiri ár, og einki er at ivast í, at Hondbóltssambandið við hesum hevur roknað við einum møguleika at økja um inntøkugrundarlagið.
 
Skilir ikki orsøkina
Men tað er nú nógv, sum bendir á, at hetta lýsingaravtalurnar ikki verða so áhugaverdar, sumk HSF hevði ætlað.
                      Í øllum førum tykjast hvørki Út- ella Sjónvarpið at hava tikið nýggju nøvnini til sín.
                      Og tað er einki at ivast í, at hetta ikki gevur sponsorunum tað, sum tey høvdu ætlað at fáa burturúr avtaluni.
                      - Um so er, at miðlar ikki vilja brúka nøvnini á deildunum, so fáa vit í øllum førum ikki tað burturúr eini slíkari avtalu, sum vit høvdu roknað við. Nú eri eg sum so ikki kunnugur við nágreiniliga innihaldið í sjálvari avtaluni, men tú kanst tú jú spyrja teg sjálvan, hvat ein slík avtala er verd, tá støðan er soleiðis, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog.
                      - Og eitt er, hvat hon er verd fyri okkum, men eg rokni við, at smeiturin er ikki minni hjá Hondbóltssambandinum, sum soleiðis verður blokerað í einum lýsingarmøguleika. Uttanlands sært tú jú nøvn sum Sas-ligan og Landsbankadeildin, so eg skilji ikki, hví tað ikki skal góðtakast her.
                      - Sjálvur haldi eg, at tað kundi verið áhugavert at vita, hvør grundgevingin er fyri eini slíkari støðu. Tað er einki at ivast í, at fjølmiðlar, ítróttur og sponsorar øll hava brúk fyri hvørjum øðrum. Og miðlarnir vilja jú fegnir vera við, tá onkur stuðlar teirra sendingum. Einaferð var tað jú soleiðis, at eingin vildi hoyra talan um lýsingar í elektronisku miðlunum, men tann støðan er í øllum førum broytt í dag, heldur Magni Arge.
 
Vilja ikki dikterast
Og tað tykist í øllum førum, sum hava loftbornu miðlarnir eina púrasta greiða støðu til, hví nøvnini á deildunum ikki verða lýst soleiðis, sum HSF og sponsorarnir vilja hava tað.
                      Í Sjónvarpinum er støðan í øllum førum púrasta greið. Øssur Winthereig, sum er tíðindaleiðari í SvF, sigur, at fyri teirra viðkomandi er talan um ein prinsipiellan spurning. Og at Sjónvarpið í øllum førum í fyrstu atløgu hevur tikið eina greiða støðu.
                      - Tað er rætt, at vit ikki vilja brúka hasi nøvnini. Hjá okkum er talan um eitt prinsipp-mál, har vit ikki vilja lata okkum diktera av fólki uttanífrá, hvat verður sagt ella kemur á skíggjan í Sjónvarpinum. Og vit vilja so ikki verða koblað upp á eina sponsoravtalu, sum onkur annar hevur gjørt við eina fyritøku, sum vit einki hava at gera við.
                      Spurdur, hvørt tað er rætt at hava slíka støðu, tá líknandi avtalur eru at síggja í londunum kring okkum, sigur Øssur, at tað kunnu tey ikki taka atlit til.
                      - Tað er fullkomuliga líkamikið, hvussu tey gera aðrastaðni. Spurningurin er í mínari verð ógvuliga prinsippiellur, tí hvat verður so tað næsta, sum fólk skulu diktera okkum, fyri at tey kunnu forvinna pengar. Sponsorpengar, sum í prinsippinum eins væl kundu enda í kassanum hjá Sjónvarpinum?
                      - Nú skal eg ikki leggja nakran undir nakað sum helst. Men eg rokni við, at handan avtalan millum annað er tengd at, at navnið á stuðlinum skal síggjast á skíggjanum hjá okkum, men tað verður so av ongum. Vit fara ikki at skriva produkt-nøvn á skíggjan, bara tí onnur vilja hava tað, staðfestir Øssur Winthereig.
                      Samstundis vil tíðindaleiðarin tó eisini viðganga, at miðlar og ítróttur hava tørv á hvørjum øðrum.
                      - Sjálvandi er sjónvarpið og lýsingar ein partur av spælinum. Vit gera jú eisini samrøður, fyri tað um ein leikari er í einum búna, har stuðlarnir síggjast, ella um ein lýsingarveggur verður settur aftanfyri. Enntá um hesin oyðileggur myndina. Munurin tá er bara tann, at tá er hetta sum bakgrund til tað, sum vit vilja vísa. Markið hjá okkum er, tá hetta brádliga skal verða forgrundin, staðfestir Øssur Winthereig at enda.