Sponsku vertirnir á heiðursmerkjakós

Spanska manslandsliðið í hondbólti hevði ongar trupulleikar við at spæla seg í fjórðingsfinaluna í HM-kappingini á heimavølli. Í áttandapartsfinaluni í kvøld møttu spaniumenn Serbia, og har var ongantíð nakar ivi um, hvat lið var tað betra. Spania vann dystin so greitt sum 31-20 og skal møta Týsklandi í fjórðingsfinaluni mikudagin.

 

Eftir dystirnar í kvøld eru bara lið úr Evropa eftir, tí Egyptaland mátti í kvøld lúta í áttandapartafinaluni ímóti Slovenia. Slovenar vunnu 31-26, og í fjórðingsfinaluni møta teir Russlandi.