Sponsku sosialistarnir vinna valið

Men fáa truplar samráðingar um nýggja stjórn. Sosialistaflokkurin í Spania, PSOE, hevur havt eitt gott val í Spania, har ein víðgongdur høgraflokkur eisini er ovurfegin.

Stjórnarberandi Sosialistaflokkurin í Spania og forsætisráðharrin, Pedro Sanchez, hava tryggjað sær flestar atkvøður á tjóðartingsvalinum í Spania í dag.

Tað vísa tey almennu úrslitini, eftir at 95 prosent av atkvøðunum eru taldar, upplýsir ríkissjónvarpið RTVE.

Hóast góða valið hjá flokkinum fær hann ikki nóg nógvar atkvøður til at ráða einsamallur, tí hann fær ikki meiriluta í tjóðartinginum. Tí skal forsætisráðharrin undir samráðingar við aðrar flokkar í tjóðartinginum.

##med2##

Sosialistaflokkurin stendur til at fáa 122 sessir. Flokkurin manglar harvið 54 sessir fyri røkka teimum 176, sum krevast fyri at fáa meiriluta í tjóðartinginum, sum hevur 350 sessir.

Festu av teimum sessunum væntar flokkurin at fáa frá vinstrasinnaða flokkinum Podemos. Flokkurin stendur til at fáa 42.

Harafturat eru tjóðskaparsinnað úr Catalonia í flokkinum ERC eisini nevnd sum møguligir samstarvsfelagar. Tey hava vunnið 15 sessir.

Hesir tríggir flokkarnir kunnu tí tilsamans fáa meiriluta við 179 tingsessum.

Á høgraveinginum verður konservativi flokkuin PP tann størsti. Hann hevði kortini eitt vánaligt val og stendur til at fáa 65 tingsessir.

Flokkurin Ciudadanos verður triðstørstur við 57 sessum.

Besta valið á høgraveinginum fekk høgrasinnaði og innflytarakritiski flokkurin Vox. Nýstovnaði flokkurin kann hátíðarhalda, at flokkurin fær 24 sessir.

Samráðingarnar hjá Pedro Sanchez væntast at gerast truplar. Millum annað tí, at leiðarin í catalanska ERC í løtuni situr í fongsli vegna leiklut sin í sambandi við kreppuna um ætlaðu loysingina hjá Catalonia frá Spania í 2017.

Fleiri miðlar hava ró framundir, at stjórnarsamráðingarnar kunnu gerast so truplar, at neyðugt verður við enn einum tjóðartingsvali.

Vallutøkan á valinum í dag var sambært tíðindastovuni AP 75 prosent. Tað er væl oman fyri miðal fyri seinastu átta valini í Spania.

 

/ritzau/Reuters