Tey seinastu hundrað árini er meðalhitin í Spania vaksin hálvtannað stig. Tað er meiri enn tvær ferðir meiri enn vøksturin í heiminum annars og umleið eitt hálvt stig oman fyri hitavøksturin í Evropa.
Nú ávarar spanska umhvørvismálaráðið um avleiðingarnar. Ráðið hevur fingið eina frágreiðing, sum 50 granskarar hava skrivað, og sambært Christinu Narbona, umhvørvismálaráðharra er frágreiðingin óhugnaligur lesnaður.
Granskararnir siga, at tey seinastu 30 árini í hesari øldini kann summarhitin í Spania fara upp um 50 stig. Teir hava eisini roknað út, at innan aldarskiftið fer vatnsstøðan í høvunum at hækka umleið 70 centimetrar, og at tað fer at forkoma nógvum av teimum væl umtóktu sólstrondunum.
Christina Narbona sigur við AP, at øll hava skyldu til at gera nakað við veðurlagsbroytingarnar. Tað krevur tøknilig framstig, men tað krevur eisini, at vit broyta okkara vanar, sigur ráðharrin.










