Sponsk nunna burturvíst

Ein nunna í Spania er biðin at fara úr einum kleystri, tí hon brúkti ov nógva tíð á Facebook 54 ára gamla systir Maria Jesús Galán hevur verið í kleystrinum í 35 ára. Hinar nunnurnar hava umrøtt hana sum systir internet. Hinum nunnunum dámdi einki, at hon var so nógv á inernetinum og serliga á Facebook, skrivar The Telegraph.

Fyri tíggju árum síðan kom ein telda i kleystri við endamálinum at minka um tráðanina hjá nunnunum at fara út um kleystrið. Kleystrið nevnist Santo Domingo el Real convent og stendur nakað sunnan fyri Madrid.

Systir Maria fekk skjótt eyguni upp fyri teimum møguleikum, sum teldan gav og fór undir at digitalisera virðismikla bókasavnið hjá kleystrinum. Í 2008 varð hon heiðrað fyri hetta stóra arbeiðið. Hon gjørdist kend fyri hetta og fekk vinir á Facebook.

Men kleystrinum dámdi einki, at hon var so nógv á Facebook, og hon varð biðin um at fara úr kleystrinum.

María Jesús Galán, býr nú hjá mammu síni. Hon hevur ikki tikið tað so tung, tí hon hevur fingið stuðul frá vinum kring allan heimin.

Á Facebook skrivar hon, at nú ætlar hon sær út at ferðast, til London og New York. Tað kundi hon ikki, tá ið hon var í kleystrinum, skrivar hon.