Split í iraksku stjórnini

Tann størsti sunnimuslimski bólkurin hevur tikið seg burtur úr stjórnini í Irak. Avgerðin hjá Tjóðskaparligu Fylkingini at fara burtur úr stjórnini fer at gera tað uppaftur truplari hjá Nouri al-Maliki, forsætisráðharra at fáa semju millum tann shiamuslimska meirilutan og sunnimuslimska minnilutan, skriva tíðindastovurnar úr Bagdad.

Avgerðin hjá sunnimuslimsku fylkingini ber í sær, at seks ráðharrar fara úr stjórnini, og al-Maliki skal finna aðrar at seta í teirra stað.

Tjóðskaparliga Fylkingin sigur, at hon fer úr stjórnarsamstarvinum, tí hon heldur seg ikki fáa nóg mikið burturúr, og tí at tann shiamuslimski meirilutin virðir ikki tey sunnimuslimsku sjónarmiðini.