Spjaða váðan við at selja burtur av ognunum

- Útlini í fiskivinnuni eru ikki so bjørt; tí varð avgerðin tikin um at selja, nú grunnurin fekk eitt so gott tilboð, sigur formaðurin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen

JFK

Tað var tann 22. juli, at formaðurin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sendi út tíðindaskriv og boðaði frá, at grunnurin hevur gjørt av at selja Hanusi Hansen, stjóra í JFK og Norðoya Sparikassa tilsamans 67% av partabrøvunum í JFK til kurs 140. Lagt varð aftrat, at 67% svara til 82 miljónir krónur, og hetta merkir, at tá ið sølan endaliga er fingin upp á pláss væntandi fyrst í september, fer Føroyagrunnurin at eiga 33% av fyritøkuni umframt 82 miljónir krónur í tøkum peningi.
- Endamálið við søluni er fyrst og fremst at spjaða váðan hjá grunninum, sum higartil hevur bundið allar ognirnar í JFK. Útlitini í fiskivinnuni eru ikki so bjørt; tí varð avgerðin tikin um at selja, nú grunnurin fekk eitt so gott tilboð.
Leif Abrahamsen vísir á, at JFK seinastu árini hevur havt eitt miðalyvirskot upp á 5,5 miljónir krónur, og tí heldur grunnurin, at prísurin fyri partabrøvini er góður.
Saman við avtaluni um sølu av 67% av partabrøvunumm hevur Føroyagrunnurin tryggjað sær, at rættindini í Barentshavinum ikki verða seld úr felagnum  uttan so, at grunnurin tekur undir við hesum.

Ankrað í Klaksvík
- Tað hevur vigað tungt í avgerðini hjá grunninum, at talan er um eina loysn, sum er ankrað í Klaksvík, tí lokaláhugamálini hava altíð verið ein týdningarmikil partur av tilveru grunsins, sigur Leif.
Hann vísir á, at Føroyagrunnurin varð settur á stovn fyrst í sjeytiárunum fyri at bjarga JFK.
- Seinast í 1992, tá ið øll konsernin var farin á húsagang og avgerð varð tikin um at endurstovna JFK, átti grunnurin 1,5 miljónir krónur. Nú stívliga 12 ár seinni eigur grunnurin 120 miljónir krónur, harav 82 miljónir krónur eru í tøkum peningi og hinar 40 miljónir krónurnar eru partabrøv í JFK, um roknað verður um til kurs 140.
Formaðurin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sigur, at nú 12 ár eru liðin síðan seinastu bjargingina, og grunnurin stendur við eini stórari konsern við nógvum virksemi, heldur stýrið, at tíðin er komin til at fremja broytingar.
Hetta hevur so Føroyagrunnurin nú tikið til eftirtektar við at víðka um eigaraskaran í JFK við Hanusi Hansen, stjóra, sum fer at eiga 51% av partapeninginum í fyritøkuni, Norðoya Sparikassa, sum fer at eiga eini 16-17% og Føroyagrunninum, sum situr eftir við 33%.