Spjaða seg sum ringar í sjónum

Bakgrund: Tað byrjaði fyri nógvum árum síðani úti í Svínoy. Nú er virksemið spjatt til høvuðsstaðin, Nólsoynna, Funningsfjørð og um stutta tíð eisini inn á Strendur

Sveinur Tróndarson


Hóast partafelagið Gulin ikki varð stovnað fyrr enn í 1993, so byrjar virksemið felagsins longu sjey ár frammanundan.

Tá setti Bjarni Jacobsen á at gera eina smoltstøð úti í Svínoy, og hóast tað fyri mong kanska kundi tykjast óðamannaverk at fara undir slíkt virksemið í útjaðaranum, so hevur tíðin víst, at hetta kann lata seg gera uttan stórvegis trupulleikar.

- Tað er kanska eitt sindur avsíðis, men krøvini eru ikki so stór, tí tað eru avmarkaðar fóðurnøgdir, sum vera nýttar, og smoltið verður avskipað so sjáldan, sigur bogi Jacobsen, um plaseringina.

Harafturímóti eru tað ávísir fyrimunir við at hava smoltstøðina har hon liggur nú, tí av tí at hon er so avbyrgd, er hon eisini rættiliga avbyrgd frá eitt nú smittukeldurm.

- Tað er ein avgjørdur fyrimunur, sigur Bogi Jacobsen, sum saman við pápanum og bróðrinum eigur P/F Gulin.


Alistøð í Havn

Hóast smoltstøðin liggur úti í Svínoy, so valdi Bogi sjálvur at fara undir alivirksemi fram við Argjalandinum. Tað er rættuliga langt frá Svínoynni, men tað er ikki nøkur beinleiðis forðing.

Tað var í 1993, at alistøðin í Havn varð tikin í nýtslu, og longu árið eftir vóru smoltstøðin og alistøðin løgd undir eitt partafelag og tað var Gulin, sum helt fram.

Bogi Jacobsen greiðir frá, at av tí, at teir fóru so seint í gongd vórðu teir ikki raktir av kreppuni, og tískil hava teir kunna rikið sítt virksemið rættiliga ótarnaðir í so máta.

Síðani samanleggingina hevur Gulin verið meira úti um seg og millum annað eru teir partaeigarar i P/F Funningslaks, sum teir eisini samstarva nógv ið.


Brunnbát, landaling og kryvjing

Tá P/F Gulin yvirtók smoltsøðina úti í Svínoy var tað ikki bara talan um eina smoltstøð, tí saman við henni yvirtók felagið eisini brunnbátin Dragaberg, sum eigararnir av smoltstøðini lótu byggja á Tórshavnar Skipasmiðju í 1990.

Hesin bátur verður nú brúktur til allan flutning hjá felagnum til og úr Svínoy og hann verður eisini brúktur til flutningin millum landalistøðina í Nólsoy og alistøðirnar hjá Funningslaks og Gulanum.

Virksemið er heldur ikki steðga har, tí í 1998 fór Gulin, saman við Funningslaks í gongd við landalistøðina í Nólsoy, og um fáar mánaðir letur upp nýtt kryvjivirkið á Strondum.


Smáplássini

fáa gleðina

Við tí vanda at stíga onkran stranding á tærnar loyva vit okkum at siga, at tað eru smáplássini, sum hava fingið fyrimunin tá Gulin hevur vaksið um virksemið sítt.

Svínoyggin, sum er heimstaðurin hjá familjuni aftanfyri Gulan hevur smoltsøðina og Nólsoyggin fekk landalistøðina. Tá teir fóru upp í Funningslaks var tað á Funningsfirði og nú fara teir undir virksemi á Strondum, sum so eisini er størsta plássið teir virka á, aftaná høvuðsstaðin sjálvandi.

Í Svínoy er Gulin størsta arbeiðsplássi og á Strondum fer tað eisini at tátta væl í, at kryvjivirkið verður størsta arbeiðspláss í bygdini.


Nú verður steðga á

Nú P/F Gulin hevur alt virksemið frá smoltstøð til krvyjivirkið spurdu vit stjóran um teir ikki eisini fara undir góðskingarvirkið, fyri at fáa allan ágóðan av framleiðsluni sjálvir.

- Nei, ikki fyribils í hvussu er. Nú steðga vit á eina løtu fyri at síggja hvussu eitt nú East Salmon fer at klára seg við virkinum í Fuglafirði, sigur Bogi Jacobsen, stjóri, sum ikki heldur at teir hava skund í so máta.

Men tað er nú heldur ikki allur sannleikin, tí í løtuni er ivasamt um tað loysir seg at gera stórar íløgur í eitt góðskingarvirkið, greiðir Bogi frá.

- Meginparturin av fiskinum verður í løtuni sendur feskur óvirkaður av landinum tí prísurin er so einastandandi góður, at vit høvdu fingið lítið meira burturúr um vit góðsakaðu hann meira. Tí gera vit tað í løtuni, sigur Bogi

Og við tí prísininum, sum marknaðurin bjóðar í lø?tuni, so undrast eingin yvir tað heldur.

- Vanligi prísurin liggur um 23 krónur fyri kilo til alaran, men í løtuni er hann fimm krónur hgri enn tað, og tað gevur ikki so lítið tá ein hugsar um, hvussu nógv vit framleiða, sigur Bogi.

Tí hevur Gulin valt at steðga á fyribils og hyggja eftir hvat tað er framtíðin hevur at bjóða. Seinastu tiðina hava fetini verið stór, og tíðin er kanska komin til at taka smærri fet eina tíð.

Vit ynskja teimum góðan byr kortini.


P/F Gulin

100 Tórshavn

Eginpeningur um 8 mió krónur við árslok 1999

Stovnað í 1993, stjóri Bogi Jacobsen

1986 Smoltstøðin í Svínoy byrjar sítt virksemi

1990 Dragaberg, 60 kubik brunnbátur, verður bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju

1993 Farið verður undir alivirksemið við støðini við Argjalandi

1994 Eru við til at stovna P/F Funningslaks í Elduvík

1998 Stovna, saman við P/F Funningslaks, Nólsoyar Alistøð, sum er ein landalistøð

2000 Gera kryvjivirkið í gamla flakarvirkinum á Strondum