Tá Gutti og Spískamarið í annaðkvøld vitjað í Viðoy, verður tað fyrstu ferð, at sendingin verður deyvatulkað.
- Eg haldi, at tað er púra órímiligt, at ein bólkur av føroyingum skal setast uttanfyri og ikki fáa somu møguleikar sum øll onnur at fylgja við, fegnast og kjakast um sendingina, sigur Gutti Winther. Gott sjónvarp verður enn betri, tá vit uppliva tað saman við øðrum og ikki minst tá vit aftaná kunnu tosa og kjakast um tað.
Tað er Spískamarið, ið av sínum eintingum hevur tikið stig til at fáa sendingina tulkaða til teknmál.
Sum vanligt, tá sendingar í Kringvarpi Føroya eru dyevatulkaðar, er gjørligt at síggja tær á heimasíðu Kringvarpsins.
Sum áður nevnt, so er tað Viðoy, ið stendur á skrá hjá Spískamarinum í annaðkvøld, og har skal Gutti Winther millum annað borðreiða við grunningshøvdi.










