Spinnaríið Mona: Ein verkætlan við 17 ár á baki verður nú veruleiki

Ullin skal koma til høldar og góðskumennast, hon skal kunna brúkast frá innast til uttast, og ikki minst, so eiga vit at tryggja, at kunnleikin til ullarhandverkið ikki hvørvur, sigur Olga Biskopstø, verkætlanarleiðari

Síðan fyrstu fólkini settu fótin á land í Føroyum, hevur tað verið tørvur og ein stremban eftir at brúka og virka ta føroysku ullina. Tí hava vit orðatakið “ull er Føroya gull”.
Men hetta tykist so langt síðani. Í dag verður stórur partur av ullini sæddur sum burturkast. Tað er lættari at framleiða og keypa ull uttanlands, og bóndin fær lítið burtur úr at lata sína ull.

Tað eru tey, sum royna at broyta hesa støðu, og ein av hesum er verkætlanin Spinnaríið Mona.

- Okkara sjónarmið er, at ullin skal koma til høldar og góðskumennast, hon skal kunna brúkast frá innast til uttast, og ikki minst so eiga vit at tryggja, at kunnleikin til ullarhandverkið ikki hvørvur. Hetta skylda vit okkara eftirkomarum og okkara umhvørvi – og tí eru vit so áhaldin við at fáa verkætlanina Spinnaríið MONA í gongd, sigur Olga Biskopstø, sum hevur arbeitt við hesi verkætlanini síðani 2002. 

Eftir mikið stríð er Spinnaríið í Klaksvík umvælt og gongur eftir ætlan letur Spinnaríið Mona dyrnar upp í seinni í vár.

 

- Vit fara at fortelja tað gomlu og tað nýggju søguna um, hvussu okkara forfedrar virkaðu ullina, bundu og sendu pløgg av landinum, søguna um Kjølbro og virksemi á Spinnarínum frá 1946 til 1966, og um íverksetaran Monu Olsen og hennara arbeiðið við at gera føroyska tógvið til fyrsta floks tógv, sigur Olga Biskopstø.

 

Les meir um spennandi verkætlanina í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa talgildur her og í sølubúðum kring landið í kvøld