Spinatfuglarnir hjá Sjúrði Skaale

    

Eg skilji ikki, hvat ein koyrilssmellur í Fregni (seinni í øðrum bløðum við) yvir bak Tjóðveldisfloksins og Fólkafloksins hevur við innihaldið í Skáa ? leygardagsískoytisblaði Dimmalættingar ? at gera.
Greinin í Fregni stóð í blaðnum síðsta vikuskifti, og nú tykist tað vera Sjúrði Skaale umráðandi í eini viðmerking til Lassa Klein, formann í landsfelagi Sjálvstýrisfloksins, at fáa skotið henda ? óviðkomandi ? setningin inn: »Tann, sum lesur donsk bløð, leggur til merkis, at fólk, sum skriva Skáan í Dimmalætting leygardagar, viðhvørt stjala sínar greinar. Tey umseta okkurt úr Politiken ella Berlingske, og selja tað síðan til Dimmu sum um tey hava skrivað tað sjálvi.«
Tann, sum onkuntíð tímir at lesa blaðgreinir hjá Sjúrði, varnast, at hann er skjótur at klaska eina eti-kett á pannuna á fólki og skriva ein ella annan tilvildarligan karakter á. Soleiðis sum Sjúrður málber seg í nevndu viðmerk-ing ? »... fólk, sum skriva Skáan« ? so er talan um eitt fleirtal av fólki, sum uttan boð ella orð nápa tilfar frá øðrum. Nú eri eg sum blaðmaður á Dimmalætting settur til at taka mær av tilfarinum, sum sent verður Skáa, umframt at eg skrivi nakað sjálvur. Tessvegna havi eg hesar viðmerkingar:
Eitt kann eg vissa teg um, Sjúrður Skaale! ? tey, sum skriva í Skáa eru ikki nakrir lættisoppar, og tey brýggja seg tí heldur um ikki at fáa karakterin: »Spinatfuglur« settan á ennið. (Spinatfugl kalla danir t.d. ein høvund, ella einhvønn ólærdan, sum stjelur úr verkum frá øðrum.) Hetta eru flest øll fólk við útbúgving frá hægri lærdómssetri, ella sum eru í holt við at útbúgva seg. Talan er um útbúnar journalistar, málfrøðingar, bókmentafrøð-ingar, samfelagsfrøðingar, fólkalívsfrøðingar, serkøn í átrúnaði, heimspeki o.s.fr. Og talan er um søgulærarar og onnur fróðarfólk, sum í mong ár hava ríkað leygardagsískoytisblað okkara. Her skrivar ein málfrøðidoktari fastan teig í blaðnum umframt tveir ? annar fólkalívsfrøðingur, hin bókmentafrøðingur ? sum standa á gáttini at gerast doktarar.
At fólk í ymsum skriftligum arbeiði nýta aðrar skriftligar keldur at styðja seg til, er einki óvanligt. Tí til hvørja nyttu verður arbeiðið so gjørt, um tað ikki skal koma øðrum til gagns, ið aftaná fylgja. Tað kann haraftrat verða nýtt sum ískoyti til egnan forkunnleika og menna ta vitan, ein hevur um ávíst evni. Sjálvur havi eg tað álit á tilkomnum, skrivandi fólkum, at tey eru kreativ og so mikið at sær komin, at tey ikki skriva av (umseta) greinir hjá øðrum og síðan leggja sítt egna navn til.
So, Sjúrður, tú mást nevna dømi, um eg skal trúgva tær. Og fái eg tað, verði eg noyddur at kanna, um hald er í tí. Hevur tú rætt, má mistakið í allari sakligheit rættast, so tað ikki endurtekur seg. Er talan bara um partar av greinatilfari, nýtt saman við øðrum keldutilfari, er tað í lagi, tí so er talan um egið granskingararbeiði og ikki plagiering. Góður siður er tó at at spyrja um loyvi og at vísa á kelduna, antin inni í sjálvum tekstinum, ella ? um talan er um fleiri keldur ? í yvirliti fyri seg.
Vísir tað seg hinvegin, at tú sigur ósatt, so verður tú noyddur standa til svars yvir fyri hesum fólkum, sum tú leggur undir at stjala.