- Tað er mær ein heiður at seta hesa ferðavinnustevnuna, sum er so týdningarmikil fyri okkara trý samfeløg, segði løgmaður, tá hann í morgunin setti Vestnorden Travel Mart 2011 í Norðurlandahúsinum.
Hann segði, at hóast londini kappast sínámillum, so er VNTM eitt lýsandi dømi um samstarv.
- Ferðavinna hevur ein alsamt vaksandi týdning fyri Føroyar, Ísland og Grønland, og hóast vit eru smáir, er freðavinnan vorðin ein týðandi inntøkukelda av útlendskum gjaldoyra hjá hesum trimum londunum, segði Kaj Leo Holmn Johannesen.
Ferðavinnan er ein hin skjótast vaksandi ídnaðurin, og tí verða útlendskir íleggjarar vælkomnir, tí teir leggja so nógv annað eftir seg enn bert íløgurnar.
- Ferðavinnan hevur í stóran mun verið við til at breiðka úrvalið av konsertum, framsýningum, listarligum tiltøkum eins væl og nógvar nýggjar matstovur og kafeir, segði løgmaður.
Hann nam eisini við stóra heiðurin, sum Føroyar fingu frá National Gegraphic Traveler, sum kjósaðu okkara oyggjar sum besta oyggjaland at vitja.
- Hetta kundi í veruleikanum verið sagt um øll okkara trý lond, segði Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann setti ferðavinnustevnuna í morgun.