Spillivatnsskipanin í Skálavík liðug

Sum fyrsta kommuna í landinum lýkur Skálavíkar kommuna allar treytir í spillivatnskunngerðini frá 2009

Sum fyrsta kommuna í landinum lýkur Skálavíkar kommuna allar treytir í spillivatnskunngerðini frá 2009, og hevur fingið spillivatnsviðurskiftini í rætt lag eitt ár fyri tíðarfreistina.

 

 

Hesum boðar Umhvørvisstovan frá.

 

 

Freistin hjá kommunum at fáa spillivatnsviðurskifti í rætt lag er 1. januar 2015. Nú, eitt ár innan hesa tíðarfreist, hevur Skálavíkar kommuna, sum tann fyrsta, boðað frá, at komið er á mál. Hetta merkir, at alt spillivatn verður reinsað og síðani leitt í lokaðum rørum út á sjógv, har rákið førir tað burtur.

 

 

í 2003 valdi Skálavíkar kommuna at seta Palla á Lava Olsen sum tekniska leiðara í kommununi. Ein av hansara høvuðsuppgávum var at syrgja fyri, at spillivatnsviðurskiftini komu í rætt lag. Kommunan raðfesti spillivatn sera høgt, og gav teknisku deildini øll neyðug amboð og tøkni fyri at røkka hesum málið. Hetta varð gjørt, tí øll skipanin lá opin og áirnar vóru sera illa dálkaðar. Eitt nú var Hamarsáin so illa dálkað av spillivatni, at einki lív var ánni. Í dag er áin rein og nú sæst millum annað állur aftur í ánni.

 

 

Frá 2003 til 2009 legði kommunan umleið 7.500 metrar av spillivatnsleiðingum, og eftir at kunngerðini um spillivatn kom í gildi, hevur kommunan lagt teir síðstu umleið 4.000 metrarnar.

 

 

Kommunan hevur eisini fyrireikað seg í mun til framtíðar útstykkingar.


 

 

Í 2009 kom kunngerðin um spillivatn í gildið, ið álegði øllum kommunum at gera eina spillivatnsætlan. Endamálið við ætlanini var at tryggja, at alt spillivatn verður burturleitt á ein skipaðan hátt og at fyribyrgja umhvørvisdálking og heilsuvanda. Í kunngerðini er eisini ásett, at allar kommunur skulu verða lidnar við spillivatnsskipanina lag innan 1. januar 2015.