Spillir føroyingar út

Paul Watson sigur við Shetland Times, at føroyskar familjur drepa hvalirnar á so ráðan hátt, at tvøstið ikki er mannaføði.

Í morgin fara skipini Stevw Irwin og Birgitte Bardot hjá Paul Watson at loysa út Hetlandi fyri at seta kós móti Føroyum.

Paul Watson, sum sigur seg tæna eini góðari søk fyri at verja grindhvalin, heldur seg ikki so neyvt til sannleikan.

Í samrøðu við Shetland Times í gjár segði hann, at tá grind er fara familjur út við saksum og øðrum vápnum at karva hvalirnar upp, so tvøstið ikki kann etast og má burturbeinast í hópgrøvum á havsins botni.

Paul Watson hevur sagt, at hann kemur til Føroya leygardagin, men hildið verður ikki, at hann og hansara fólk koma í land í fyrstu syftu.

Hann hevur eisini sagt, at hann hevur grindaforskrekkjarar við sær, men keldur siga, at hesir forskrekkjarar ikki kunnu brúkast, tí teir liggja á botninum, og hvalurin svimur uppi í sjónum.

Tað eru eisini tey, sum siga, at grindaforskrekkjarar gera hvalunum ilt, tí teir órógva hvalirnar í teirra ferðin.