MATVØRUR. Ein trísiffrað milliónaupphædd verður brúkt til óneyðugar kanningar av matvøru, sigur ein nýggj kanning hjá Tekniske Videnskaber í Danmark.
Hóast víðfevnandi eftirlit við matvørum í Danmark seinastu árini, heldur frágreiðingin, at matvørueftirlitið er vánaligt.
Tað var milliónir í hópatali brúktar til óneyðugt eftirlit, sum í besta falli onga ávirkan hava í ringasta fall skapa eina falska trygd um matvørurnar.
Í Danmark verða hvørt ár gjørdar 3,5 milliónir mikrobiologiskar kanningar av matvørum. Kostnaðurin fyri hesar kanningarnar er 450 milliónir krónur, og teir pengarnir kundu verið nýttir nógv betur, sigur Mogens Jakobsen, sum er professari á Landbohøjskolen.