Spill er spell

Undir slagorðinum, Spill er spell, setti Elin Lindenskov í dag Umhvørvisvikuna.

Undir slagorðinum, Spill er spell, setti Elin Lindenskov í dag Umhvørvisvikuna.

 

Røðan, sum Elin Lindenskov helt, tá hon setti Umhørvisvikuna í dag:

 

»Íblásturin til temaið á umhvørvisvikuni í ár hava vit frá donsku fólkarørsluni “stop spild af mad”. Ein rørsla sum byrjaði sítt virksemi á Facebook í 2008.  

 

Ætlanin við Facebookbólkinum var, at varpa ljós á matspilluna í Danmark. Í dag er stovnarin av síðuni, Selina Juul, heimskend fyri sítt slógbrótandi arbeiðið, við at seta fokus á matspilluna, gagnnýtslu og ójavnan í heiminum.

 

Rørslan “Steðgi matoyslinum” vann náttúru og umhvørvisvirðurslønina hjá Norðurlanda ráðnum í fjør, og síðani tá hevur hon fingið hópin av øðrum náttúru og umhvørvis heiðurslønum.

 

Selina Juul hevur í dag úr at gera, við at ferðast um allan knøttin, við sínum boðskapi um at gagnnýta okkara tilfeingið betur, fyri at minka um matoyslið. Vit eru sera fegin um og stolt av at Selina hevur játta at halda fyrilestur í Havn í dag.

 

Hóast vit eru fáa og smá, so hava vit somu ábyrgd sum øll onnur í heiminum, at fara væl um og gagnnýta okkara tilfeingið á skilabesta hátt. Okkara vón er, at vit við at seta fokus á matspillu og gagnnýtslu gerast enn meira tilvitað um mat og matframleiðslu.

 

Vit hava okkara serligu matmentan, hana fara vit eisini at seta fokus á komandi vikuna. Fyrstu almennu fyrilestrarnir verða seinrapartin í dag, har vit veruliga seta hol á temaið.

 

Mánadagin hava 5. flokkarnir í kommununi møguleika at “spæla við matin” og harvið gerast meira tilvitað um gagnnýtslu av mati.

 

Á temakvøldinum mikukvøldið verður fokus sett á okkara egna føroyska tilfeingi, tá fara vit at hoyra um, hvussu vit á bestan hátt kunna gagnnýta tilfeingið, vit hava í urtagarðinum, í haganum og náttúruni. Hetta kvøldið verður eisini fokus á sankutøð út matleivdum og havaruski.

 

Vit ætla okkum í sniglakrígg. Vit heita á allar urtagarðs eigarar, farið í hernað móti morsnigilinum, hóskvøldið kl. 20.00, tit velja sjálv vápnini, men treytin er at tey eru umhvørvisvinarlig. Á bókasavninum fáa tit ein faldara við góðum heimaráðum móti morssniglinum.

 

Aftur í ár verða tiltøk fyri børn alla vikuna, ruddingardagar har vit heita á øll um at rudda úti í náttúruni. Fleiri áhugaverdir gongutúrar eru á skránni alla vikuna.

 

Sum tit síggja er hópin av tiltøkum her í miðbýnum í dag, og veðrið er við okkum.

 

Eg fari við hesum orðum at lýsa Umhvørvisvikuna 2014 at verða setta.«