Spill av tímum í serundirvísing

Tað hoyrir ongastaðni heima, at skúlar seta ófaklærd fólk at taka sær av serundirvísing av børnum við innlæringartrupulleikum, heldur leiðarin á Sernámsdeplinum.

Sernámsdepilin er ráðgevandi og tilmælandi myndugleiki, men tað eru skúlaleiðslurnar sjálvar, sum gera av, hvussu tilboðið til næmingar við innlæringartrupulleikum skal vera.

- Er talan um eina námsfrøðiliga uppgávu, eigur skúlin so vítt gjørligt at seta ein námsfrøðing, og er talan um eina lærarauppgávu, eigur skúlin at seta ein lærara. So einfalt er tað, sigur Harriet Hansen, sum er virkandi leiðari á Sernámsdeplinum, við Skúlablaðið.

- Setir skúlin eitt ungt fólk við ongari útbúgving at taka sær av einum næmingi við svárum innlæringartrupulleikum, eru tímarnir burturspiltir, og tað er als ikki nóg gott, heldur hon

Harriett Hansen sigur, at tað er ikki nøkur einføld uppgáva at finna væl skikkað fólk at taka sær av serundirvísing í fólkaskúlanum.

- Men eg síggi glottar, og skúlar leggja í størri mun enn áður dent á at seta røttu fólkini til uppgávuna, sigur Harriet Hansen við Skúlablaðið.