Spill av tíð hjá Tem og Andrew

Fremad Amager, sum nú hevur fingið føroyskar eigarar, spældi leygardagin venjingardyst í Greve, men sambært venjaranum hjá Fremad Amager var talan um spill av tíð. Vindurin var so nógvur, at tað var ikki spælandi. Eitt mál kom í dystinum, og tað fekk Greve eftir 77 minuttir. Andrew av Fløtum og Tem Hansen spældu báðir við frá byrjan, men teir vóru skiftir út eftir ein tíma.