Spildurnýggjur bilur í óhappi - vita ikki hví

Løgreglan sigur, at hetta eiga bilførarar at hugsa um

Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp, sum var er eitt sindur av eini gátu fyri løgregluna. Ein bilur, sum stóð parkeraður uttan fyri eini hús í Jóannesar Paturssonar gøtu, fór knappliga á glið. Hetta er ein høvuðsvegur í Havn, men bilurin fór altso tvørtur um vegin, uttan at raka nakað - ella nakran - og endaði í einum stakitti hinumegin.

 

Løgreglan sigur, at tað sá út til, at bilførarin hevði minst til hondbremsuna so tey skilja ikki ordiliga, hví óhappið hendi. Samstundis var talan um ein spildurnýggjan bil, og tískil er hann sendur á Akstovuna til kanningar fyri at vita um hann hevur eitt tekniskt brek.

 

Hinvegin sigur løgreglan eisini, at tað er eitt slag av óhappum, sum ikki henda so heilt sjáldan. Og tað er tá ið bilar, við heitum dekkum, verða settir har tað er hált, og har teir standa í eini brekku. Hóast bilarnir, at síggja til, standa væl, er tað ikki ókent, at teir fara á glið á teimum heitu dekkunum, so tað eiga bilførarar at ansa eftir.