Spildurnýtt lógarverk til føroyskan fótbólt

Ein tann sjónligasta broytingin í nýggju FSF-lógunum verður, at mannagongdin við kærum verður broytt, og at kappingarnevndin framyvir bert skal fáast við sjálva fótbóltskappingina


Leygardagin hevur Fótbóltssamband Føroya eykaaðalfund. Fundurin varð sum so fráboðaður, longu tá regluligi aðalfundurin varð hildin í februar mánaði, og fremsta málið á skránni er nýggja lógarverkið, sum ætlandi skal vera galdandi fyri føroyska fótbóltsheimin.
                      Altjóða fótbóltsfamiljan - UEFA og FIFA - hava nevnliga leingi arbeitt við at standardisera lógarverkið fyri øll limalondini, og tí er tað mest sum eitt krav, at føroyskur fótbóltur eisini gongur undir hesi, um vit framvegis vilja vera partur av fína selskapinum.
 
Alt ella einki
Tá lógarbroytingar áður hava verið á skránni, hevur mannagongdin aloftast verið tann, at ein lógargrein í senn hevur verið til viðgerðar, men soleiðis er ikki hesaferð. Talan er nevnliga als ikki um einstakar broytingar, sum nú verða framdar, men eitt heilt nýtt lógarverk, og tí verður alt hetta sett til atkvøðugreiðslu undir einum.
                      Tað kann kanska tykjast sum ein møtumikil støðutakan hjá feløgunum, men hetta kemur tó neyvan sum nakað sjokk fyri hesi, kortini. Málið var frammi longu á aðalfundinum fyri góðum ári síðani, og á fundum við formenninar í feløgunum hevur FSF eisini kunnað um, hvørja ávirkan nýggju reglurnar fáa.
 
Broyttir kæruvegir
Fyri føroyska fótbóltsáskoðaran verður talan tó ikki um tær stóru broytingarnar. Reglurnar í spælinum á vøllinum verða framvegis tær somu, og hvørki stødd á málum ella vøllum verða ávirkað av hesum.
                      Hjá teimum, sum dáma væl at fylgja við í tí, sum fyriferst kring fótbóltin, verður tó ein rættiliga sjónlig broyting. Í øllum førum sjónligt, um arbeiðið hjá Kappingarnevndini eisini framyvir verður so møtumikið, sum tað hevur verið fyrsta mánaðin av hesum kappingarárinum.
                      Sambært nýggju reglunum, so verður arbeiðssetningurin hjá sjálvari Kappingarnevndini nevnliga avmarkaður framyvir, soleiðis at hesin bert fevnir um tað at skipa fyri og at umsita sjálva kappingina.
                      At viðgera kærur verður ein nýggj nevnd, aðalnevnd/disciplinærnevnd, stovnssett. Limirnir í hesari verða valdir av aðalfundinum, og verður tað soleiðis ikki FSF-nevndin, sum av sær sjálvari mannar hesa. Umframt at taka støðu til kærumál av ymsum slag, so fær hendan nevndin eisini disciplinærar heimildir, og kann hon tí revsa eitt nú brot á góðum ítróttarsið, feløg sum ikki halda sínar skyldur o.s.fr.
                      Eisini dómsnevndin hvørvur sambært nýggju reglunum. Í hennara stað kemur ein kærunevnd, og allar avgerðir hjá hesari verða endaligar. Somikið endaligar, at avgerðir hjá hesari heldur ikki kunnu kærast til ítróttardómstólin hjá FSF. Er talan hinvegin um mál, sum raka altjóða partin av føroyskum fótbólti, so kunnu avgerðir tó kærast til ítróttardómstólin í Lausanne.
 
Mugu akta FIFA
Tað er tó sjávlandi ikki, fyrr enn aðalfundurin hevur tikið endaliga støðu, at tað fyriliggur nøkur vissa um, hvørt føroysku feløgini taka undir við nýggja lógarverkinum.
                      Ivaleyst verður eisini drúgt orðaskifti um hetta, men spurningurin er kortini, hvørt feløgini hava nakað val. FIFA hevur seinastu tíðina strongt á, fyri at fáa standard-reglurgerðir fyri øll limalond, og freistin at senda hesar inn til góðkenningar, er nú um at vera runnin. Og skal føroyskur fótbóltur framhaldandi vera partur av altjóða fótbóltsfamiljuni, so er neyvan hugsandi, at svarið til nýggja lógaruppskotið verður eitt hampuliga greitt ja.