Spildurnýggjur sleipibátur skrásettur í FAS

Í dag er Svitzer Tyr, sleipibátur frá svenska reiðarínum Svitzer skrásettur í føroysku altjóða

skipaskrásetingini FAS. Næstu vikurnar fer reiðaríið ætlandi at skráseta 9 skip afturat. Eigari av Svitzer Tyr, eins og teimum komandi skipunum, er P/f Svitzer Faroe Islands, ið er partur

av stóra danska A. P. Møller - Mærsk samtakinum. Umboð fyri Svitzer vóru við á kunningar-

fundinum, sum FAS skipaði fyri á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn í feb. 2009. Síðani tá

hevur tætt samband verið við reiðaríið, og skal skrásetingin av Svitzer Tyr og teimum komandi

skipunum síggjast sum úrslitið av hesi drúgvu tilgongd.

Umboð fyri FAS fara í komandi mánaða til Svøríkis, har tey skulu luttaka á stórari shippingstevnu

Donsø Tanker Meet. Stevnan verður hildin á lítlu oynni Donsø, sum liggur í skergarðinum uttanfyri

Gøteborg. Oyggin hevur bert 1500 íbúgvar, men er heimstaður hjá eini 10 smærri og miðalstórum

reiðaríum, sum flest øll hava tangaskip.

Á FAS hava tey góðar vónir til stevnuna, bæði tá tað kemur til at røkja verandi kundar og at knýta

nýggj sambond. Væntandi kemur landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og vinnumálum Johan Dahl eisini

at vitja á Donsø hesar dagarnar, umframt at umboð fyri føroysku shippingvinnuna eisini luttaka.