Spildurnýggjur bilur endaði á sjónum

Froskmenn fóru at leita eftir fólki, men eingin var í honum

Mitt um seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boðað frá, at ein bilur farin á sjógv við Bursatanga.

Tað gekk skjótt at fáa froskmenn og bjargingarlið á staðið og tey fóru eisini at leita eftir fólki, men eingin var í honum.

Løgreglan sigur, at talan var um ein spildurnýggjan bil, sum akkurát var komin til landið og hann hevði ikki so frægt sum fingið nummarplátur.

Bilurin fleyt alla tíðina, so tað gekk eisini skjótt at fáa hann upp aftur.

Fyribils er niðurstøðan, at tann, sum hevur sett bilin frá sær, hevur gloymt at seta hndbremsuna til, og so er hann farin á rull, og á sjógv.