Spildurnýggj miðverja helt tætt

Herbert í Lon Jacobsen fegnast um, at tað í tveimum teimum fyrstu royndunum í samanspælinum við Bárð H. Joensen hevur eydnast at hildið tætt

B36

Í B36 leguni var lagið avbera gott leygarkvøldið. Hóast fleiri at teimum, sum verða roknaðir at vera stuðulsspælarar, ikki høvdu verið við í Klaksvík og í steypadystinum á Toftum hósdagin, so hevði tað eydnast báðu ferðirnar at vinna og samstundis at halda mótstøðumonnunum at gera mál.
- Hetta eru fyrstu ferðirnar yvirhøvur, at eg og Bárður H. Joensen hava spælt saman í miðverjuni. Tað gekk væl, og tú kanst ætla, at sigurin í Klaksvík smakkaði serliga søtur, nú venjarin aftur hevur proklamera, at teir fara at vinna FM í ár, staðfestir Herbert í Lon Jacobsen, sum fegnast um, at hann var førur fyri at spæla:
- Eg spældi 90 minuttir hósdagin, og aftur 90 minuttir leygardagin. Hetta er fyrsta ferðin, at eg havi spælt fulla tíð á besta liðnum síðani í august í fjør, tá ið eg breyt beinið. Orsaka av trupulleika við herðablaðnum var eg burturi frá venjing í tríggjar vikur, og eg hevði bara vant tíggju dagar undan hósdegnum. Men tað hevur gingið fínt hjá okkum, og nú eru vit spentir at fara norður á Mølina, sigur miðverjin, sum heldur, at B36 átti allan 1. hálvleik, og at teir duttu óneyðuga langt aftur í 2. hálvleiki.
- Serliga hugaligt var tað at síggja, hvussu væl ungu menninir stóðu seg, nú tað rættuliga varð roknað við teimum.