Spik stór eiturkelda

Um dagarnar kom út grein um føroysk børn í tíðarritinnum American Journal of Clinical Nutrition.

Um dagarnar kom út grein um føroysk børn í  tíðarritinnum American Journal of Clinical Nutrition (2014;99:5–13).

 

Greinin hevði heitið "Association between prenatal polychlorinated biphenyl exposure and obesity development at ages 5 and 7 y: a prospective cohort study of 656 children from the Faroe Islands". 

 

Fólkaheilsuráðið sigur, at á føroyskum merkir heitið nakað soleiðis: "Samband millum útsetilsi fyri polykloreraði bifenylir áðrenn føðing  og fiti um 5 og 7 ára aldur: ein framlýtandi kohortu kanning af 656 børnum í Føroyum".

 

- Granslingararbeiðið varð framt á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og snýr seg um okkara kohortu 3, sum var borðin í heim í tíðarskeiðinum frá november 1997 til mars 2000.

 

Tað var Ulrike Steuerwald, barnalækni,  sum kannaði tey bæði, tá tey vóru fimm og sjey ár.

 

- Umframt at kanna miðnervalagið og immunskipanina vigaði hon tey og máldi hæddina og um miðjuna.  Vit høvdu mált PCB og DDE  í blóðinum hjá mammuni í 34. viku av viðgongutíðini og so eisini í móðirmjólk, 4-5 dagar eftir burðin.  

 

Fólkaheilsuráðið vísir á, at virðini av PCB og DDE vóru rættiliga høg í mun til onnur lond, men hetta skyldast, at tá ótu summar kvinnur enn spik, sum var (og er) okkara stóra kelda til hesi eiturevni.

 

- Vit hava síðani tíbetur sæð eina stóra minking  av hesum evnum í blóðinum hjá barnakonum í Føroyum, og tað skyldast fyrst og fremst, at tær fylgja ráðunum um ikki at eta spik.

 

Lagt verður aftrat, at nógv hevur verið tosað um, hví fiti og sukursjúka eru í so stórum vøkstri víða um heim.

 

- Sjálvandi spælir ríkiligur matur og likamsóvirkni sín stóra lut. Men hvat við dálkandi evnum, sum eru mannaskapt í okkrara tíð og fyrilitarleyst latin út í náttúruna?

 

Deildin fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu hevur áður víst á, at hesi evni kunnu viðvirka til sukursjúku hjá sjeytiáringum. 

 

- Nú síggja vit so, at eisini børn hjá mammum, sum í viðgongutíðini vóru prúðar, gjørdust í prúðara lagi í forskúlaaldri. Tað er hetta, sum vit nú greiða frá í hesi grein. 

 

Niðurstøða hjá Fólkaheilsuráðnum er varislig og sigur úrslitini benda, at útsetilsi fyri PCB og DDE áðrenn føðing kann hava týdning fyri fiti seinni í lívinum.

 

- Gentur, hvørs mammur høvdu høgt BMI í viðgongutíðini, tykjast  serliga ávirkaðar, sigur Fólkaheilsuráðið, sum mælir føroyingum til at eta meira fisk.