Simon Spies stovnaði felagið Spies Rejser í 1956 (Arkivfoto). - Foto: Kurt Nielsen/Ritzau Scanpix

Spies rindaði ungum starvsfólki fyri sex og bank

DR-dokumentarur: Gentur mullum 15 og 18 ár vóru í 60'unum og 70'unum sett í starv at vera til taks kynsliga hjá Spies-stjóranum

 

Simon Spies stovnaði felagið Spies Rejser í 1956 (Arkivfoto). - Foto: Kurt Nielsen/Ritzau Scanpix

Ferðakongurin Simon Spies var kendur fyri sín bersøgna verumáta og fyri at dáma ungar gentur.

Men ferðakongurin rindaði eisini ungum kvinnuligum starvsfólkum fyri kynsligar tænastur, eins og hann bjóða gjald fyri at fremja harðskap ímóti teimum.

Tað greiða fyrrverandi starvsfólk frá í DR-dokumentarrøðini »Spies og morgenbolledamerne«, har kvinnur, sum í 60'unum og 70'unum hava havt samband við ferðakongin.

Tær flestu av teimum ungu starvsfólkunum – sum vórðu kallaðar »morgenbolledamer« – vóru oftast millum 15 og 18 ára gamlar.

Kvinnurnar vóru ikki bara settar í starv fyri at vera til taks kynsliga hjá Simon Spies, tær høvdu eisini aðrar uppgávur sum at vaska hárið hjá Spies-stjóranum, turka honum ryggin ella at spæla tennis við honum.

Men noktaðu tær ungu at hava kynsligt samband við ferðakongin, so kundu tær vera sagdar úr starvi ella útifrystar.

– Tá tær vóru ov gamlar, vildu okkurt annað, ella ikki vóru góðar nokk, so vórðu tær bara skiftar út við nakrar aðrar, greiðir Lise Lotte Breeden frá, sum tá var stjóralærlingur í Spies Rejser, í DR-dkumentarinum.

 

##med2##

Fyrrverandi starvsfólk hjá ferðakonginum og nærstandandi vinir greiða eisini frá, hvussu Simon Spies bjóðaði ungu gentunum gjald fyri harðskap.

Tað kundi vera talan um eina upphædd millum 10.000 og 35.000 krónur, um hann slapp at buka genturnar ella bróta armin.

Sambært fyrrverandi morgenbolledamuni Charlotte Nielsen var tað alment kent millum genturnar hjá Spies, at tær kundu tjena pengar, um tær lovaðu honum at buka tær ella geva teimum blá merki.

– Hann skuldi jú fara um mørk. Soleiðis var Simon. Hann fór sera langt um øll mørk, greiðir hon frá.

Við støði í dokumentarinum krevja fleiri av fyrrverandi starvsfólkunum eina umbering frá núverandi Spies-samtakinum.

Sambært DR hevur Spies-samtakið ikki vilja svarað kravinum hjá fyrrverandi starvsfólkunum um eina umbering eins og tey heldur ikki vilja gera samrøðu um málið.

Ferðaskrivstovan skrivar tó til DR, at tey taka greiða frástøðu frá tí, sum tá fór fram.

Simon Spies stovnaði Spies Rejser í 1956. Ferðakongurin doyði í 1984 av livrasjúku.

DR-dokumentarurin »Spies og morgenbolledamerne« er tøkur á stroymingartænastuni hjá DR. Fyrsti partur verður sendur í morgin.

/ritzau/

 

Simon Spies stovnaði felagið Spies Rejser í 1956 (Arkivfoto). - Foto: Kurt Nielsen/Ritzau Scanpix

Ferðakongurin Spies var kendur fyri at vera sera fegin um ungar gentur, men noktaðu kvinnur, sum arbeiddu hjá honum, at hava kynsligt samband við stjóranum, kundu tær verða sagdar úr starvi. (Arkivfoto). - Foto: Børge Lassen/Ritzau Scanpix