Spices á stórskíggja

Næsta málið í rúmdargransking er Mars. Ein deyð planet, men kanska eru spor av lívi, ið kunnu takast heim við. Men ein fær meira enn tað!

Uttan at vita tað, hevur rúmdarliðið funni lív, eina genetiska loynikodu, ið hevur yvirlivað í permafrostinum. Og rúmdarmaðurin Ross er smittaður.

At síggja til er hann enn góða tjóðarhetjan, men á nátt tekur tað fremmanda yvir, og hann byrjar tað ætlan, ið er løgd í genini; at forføra og gera so nógvar kvinnur við barn, sum gjørligt og soleiðis syrgja fyri útbreiðslu av einum nýggjum slag av lívi á jørð.

Tó iki heilt nýggjum, tí einaferð áður hevur hetta fremmanda lopið á jørðina.

Species II tekur táttin upp eftir sínum væl dámda undangangara, ið legði lunnar undir nýggjar hugsanir um sexuellan aggressivitet.