Spice Girls endurstovnað

Fýra út av fimm av teimum fyrrverandi poppstjørnunum í Spice Girls eru nú til reiðar at endurtaka teirra stóru succes frá 90?unum. Tær hava roynt tað einaferð áður eftir ár 2000 ? at savnast og royna at fáa nakrar krónur inn við tónleikinum. Hetta var kortini ikki serstakliga væl eydnað.

 

Men nú eru tær til reiðar aftur.

 

Mel B, Mel C, Geri og Emma og enntá møguliga Posh.

 

Spice Girls eru ávegis til lívs aftur.

 

-Spice Girls.. Stadionkonsertir.. ?? Eg át saman við Mel C, Emma og Geri fyri nøkrum døgum síðani. Eg elski tær allar nógv. So hví ikki.. ?, skrivar Mel B ella Melanie Brown á hennara twitter.com síðu.

 

Tær fýra hittust í einari matstovu í London fyri stuttum, har tær av álvara prátaðu um at endurskapa Spice Girls. Geri Halliwell váttar enntá tíðindini fyri Daily Mail.

 

-Fyrst av øllum eru vit góðar vinkonur.

Soleiðis byrjaðu vit, og tá vit koma saman, er tað vinskapurin, sum er tann berandi faktorurin, sigur Geri.

 

Frú Beckham ella Posh Spice var ikki til staðar, tá ið tær fyrrverandi Spice-stjørnurnar ótu saman. Hon var í New York til mótaviku, men Geri Halliwell sigur soleiðis um støðuna.

 

-Hon fekk eini smsboð, um at vit allar vóru savnaðar, og hon ynskti at verða saman við okkum ? mest av øllum, tí hon veit, hvussu stuttligt vit hava tað, tá vit eru saman, sigur Geri.