Mel B vil fegin hava starv sum dómari í tí ensku útgávuni av ?X-Factor?. Nú manglar bert at yvirtala Simon Cowell. Tað er ikki víst at Dannii Minogue vendir aftur til dómaraborðið í ?X-Factor?. Summi halda, at hon ikki er biðin um at koma aftur, meðan onnur halda at Simon Cowell, ein av teimum fýra dómarunum, ikki ynskir hana aftur. So eru tað summi ið halda, at unga song kvinnan ikki hevur nakað ynski um at halda fram sum dómari. Undir øllum umstøðum er tað rættiliga sannlíkt, at Dannii ikki verður at síggja í komandi ?X-Factor? kappingini, og handan pallin bíðar ein ógvuliga spent ung kvinna.
- Ja eg vil gjarna hava starvið hjá Dannii. Simon og eg síggja nógv til hvønn annan í Los Angeles. Hann er fittur, skemtingarsamur og honum dámar væl at práta. Eg má heldur tosa við hann um at gerast dómari, sigur tann fyrrverandi Spice Girl Mel B við Sunday Mirror
Mel B er enntá til reiðar at ferðast aftur til heimlandið orsaka av sjónvarps sendingini.
- Øll mín familja býr nú í Los Angeles, men eg vil aftur til Bretland um eg sleppi við í ?X-Factor?. Eg vil bert aftur til Bretland fyri okkurt gott. Og eg elski ?X-Factor?. Tað er ein góð sending, og eg hyggi altíð eftir sendingini tá eg eri heima í Bretlandi, sigur Mel B, ið hennara roynd at hava eina almenna starvssamrøðu.










