Spesialistar í upprætting og lakkering

Á Innandalsvegi í Fuglafirði er fyritøkan Auto gloss, sum hevur spesialiserað seg í upprætting og lakkering. Umframt bilar lakkera teir eisini t.d. hurðar, vindeygu o.l.

Tað er 25 ára gamli fuglfirðingurin og bilmekanikarin Sonni á Horni, sum eigur og rekur fyritøkuna.

Auto gloss hevur spesialiserað seg í upprætting og lakkering av bilum. Teir eru væl útgjørdir við t.d. upprættarabeinki, sproytukabinu og nútímans sveisiamboðum.

Teir hava eisini tey neyðugu amboðini til plastikkumvælingar av t.d. kúfangarum og øðrum plastikklutum.

Umframt bilar lakkera teir eisini vindeygu, hurðar o.l. Bjarnastein-gittarkassarnir verða eisini lakkeraðir hjá Auto gloss.

Trý til fýra starvsfólk arbeiða hjá Auto gloss, sum hevur tel. 444400 og 221487 og heldur til á Innandalsvegi 36 í Fuglafirði.