Sperol tók fyrsta plássið

Fyrsta umfarið í tónleikakappingini Stella Polaris /SEMENT, sum musikkskúlanevndin umboðandi Tórshavnar Musikkskúla saman við SEMENT skipar fyri, varð avgreitt í Reinsarínum í gjárkvøldið.

 

Tað vóru yngstu luttakararnir sum framførdu og í hesum bólki fór "Sperol" við fyrsta plássinum. Á øðrum plássi var bólkurin "Skala" og á triðja plássi "Fabula 2"

 

Harafturat var ársins herðaklapp latið Vár Miðberg.

 

Norski høvuðsdómarin Ernst Wiggo Sandbakk var saman við hinum fýra dómarunum Mariu Guttesen, Arnold Ludvig, Teitur Lassen og Solveig Hanusardóttir Olsen sera væl nøgdur við kvøldið.

 

Í viðmerkingunum frá dómarunum fegnaðust tey um støði á tónleikarunum og sangarum, og gleddust eisini um, at nógvar gentur luttóku í einum umhvørvi, har í stóran mun flest dreingir annars ferðast.

 

Í kvøld fara tey eldru, 20 til 25 ár at kappast. Her verða eisini heiðurslønir latnar til bestu bólkarnar.

 

Tá tann kappingin er liðug, velja dómararnir seks luttakarar millum allar luttakararnar hesi bæði kvøldini, at kappast í finaluni, sum verður í annaðkvøld. Tað stendur dómarunum frítt at velja luttakarar, so eingin vissa er fyri, at ein sleppur í finaluna, hóast ein hevur fingið eina virðisløn.

 

Hóast Sperol fekk fyrsta plássið millum tey ungu, er tað ikki víst, at teir vinna sær pláss í finaluumfarinum, siga fyrireikararnir. Tað verður alt avgjørt eftir at seinastu luttakararnir hava framført í kvøld. 

 

GG: Í fyrstu útgávuni av greinini stóð, at Sperol hevði vunnið Sement. So er ikki. Teir fingu fyrsta pláss í fyrra umfarinum. Haldið okkum til góðar.