Noreg
Herfyri rak ein 14 metrar langur og 28 tons tungur deyður spermur inn í Oslofjørðin í Noregi.
Norðmenn vildu ikki lata hvalin fara fyri einki. Teir avgjørdu tí at taka hann uppá turt við einum stórum krana og leggja hann í hagan, so fólk kunnu síggja, hvussu beinagrindin av einum stórhvali sær út.
Illa ber til at lata eitt slíkt djór, sum vigar 28 tons, liggja í haganum og rotna. Tað hevði tikið alt ov langa tíð og hevði neyvan verið so tespiligt heldur, nú summarið stundar til. Tí noyddust teir, sum vildu varðveita beinagrindina, undir at skera spik og tvøst omanav sperminum.
Teir, sum tóku stig til at varðveita beinagrindina, roknaðu við at skula skera spikið og tvøstið í einar 500 bitar, sum viga eini 100 pund hvør.
Bara hjartað á hvalinum vigar eini 600 pund!
Forkunnugt ferðamál
Spermurin fer nú at prýða hagan í Fredrikstad, og lítið man vera at ivast í, at hetta verður eitt forkunnugt ferðamál, sum tíðin líður.
Vísundamenn rokna við, at einir 5.000 spermar eru í norskum sjógvi um summarið. Hvalurin hevur verið friðaður seinastu 20 árini.
Størsti hann-hvalurin millum spermar, vigar eini 57 tons og gerst einar 20 metrar langur.
Spermurin, sum nú liggur í haganum í Fredrikstad, er ein ungur hann-hvalur, sum ikki er fullvaksin










