Upptakt
EB/Streymur hevur í nógvar mátar verið fríski íblásturin í landskappingini hetta kappingarárið. Í mun til undanfarin ár tykist liðið hava førkað seg heilt burtur úr bólkinum av liðum, sum stríðast undan niðurflytingini, og eitt nú hava dupultsigrarnir á B36 víst, at liðið avgjørt eisini kann taka tey »stóru« á bóli.
Tí er einki at ivast í, at felagsliði eru favorittar á Eiði sunnudagin, tá FS Vágar koma á vitjan.
Og líkt er eisini til, at EB/Streymur hevur møguleika at stilla við sterkastu manning sunnudagin . Størsta ivamálið tykist vera Gunnar á Steig í málinum, sum hevur nakað av trupulleikum við øðrum arminum, men roknað verður við, at hann verður tøkur. Tað verða Magni á Lakjuni og Ronnie Samuelsen helst eisini, hóast teir hava havt nakað av skaðum at dragast við.
Hjá FS Vágum er nú av álvara farið at tátta í í niðurflytingarstríðnum. Mett varð annars undan kappingini, at liðið í ár var væl betri fyri, enn teir áður hava verið sum uppflytarar, men hóast gott spæl í stórum parti av kappingini, eru neyðugu stigini ikki fingin til høldar.
Seinnu umførini hevur hetta eisini ávirkað spælið hjá liðnum, og til sunnudagin bøtir tað neyvan um, at Bjarni Prior og Vladimir Osipovs eru leikbannaðir. Eisini valdar stórur ivi um, hvørt Kim Poulsen er førur fyri at spæla, meðan tað hinvegin verður roknað við, at Jens Erik Rasmussen verður tøkur, hóast hann hevur havt trupulleikar.
Og eftir tapið fyri VB seinast er einki at ivast í, at vágamenn eru svangir eftir stigum. Í løtuni eru fýra stig til áttanda plássið, og tí er mest sum alneyðugt við stigum her og nú.
Heimamenninir vilja tó eisini tosa við um hetta. EB/Streymur er í løtuni á sætta plássinum, og tó at hetta ikki kann betrast hetta vikuskiftið, so kann ein sigur føra liðið heilt nær sessunum, sum bera europeiska luttøku við sær, og tað vóru tað neyvan mong, sum høvdu roknað við undan árinum.