Spentur uppá løgmann

Jóannes Eidesgaard væntar sær ikki nógv burtur úr aðalorðaskiftinum um Hvítubók, men hann er tó spentur uppá, hvat tann annars kúrri løgmaðurin fer at føra fram

? Eg ivist stórliga í, um aðalorðaskiftið um Hvítubók fer at føra til nakra breiða semju millum flokkarnar á tingi. Men eg vænti tó, at aðalorðaskiftið fer at krita vøllin betur upp, so tað gerst betur greitt, hvat teir ymisku flokkarnir standa.

Formaður Javnaðarfloksins hevur annars ikki tær heilt stóru væntanirnar til aðalorðaskiftið, men hann vónar, at hoyra klárar tónar frá landsstýrinum um, hvat fullveldisætlanin veruliga inniber. Hann vísir í hesum sambandi á, at Høgni Hoydal í seinastuni hevur havt nógvar ógvuliga ymsikar frágreiðingar um hetta.


Ørkymlandi útsagnir

Jóannes Eidesgaard vísir á, at í byrjanini varð meldað út, at talan var um eina ætlan, har landsstýrið skuldi samráðast við donsku stjórnina um ein sáttmála, ið skuldi skipað føroyar sum fullveldisríki næstan beinan vegin, føroya fólk hevði atkvøtt fyri hesi ætlan á eini fólkaatkvøðu. Men í seinastuni er Høgni Hoydal komin við øðrum útsagnum. Hann hevur tosað um eina avtalu, ið inniber fullveldi um kanska 15 ár, og so hevur hann tosað um, at fullveldisætlanin fer at økja um samstarvið millum Danmark og Føroyar.

Allar hesar mongu útsagnirnar frá landsstýrismanninum heldur Jóannes Eidesgaard hava ørkymlað føroyska fólkið og eisini Javnaðarflokkin. Hann heldur tað bera illa til at fáa at vita, hvør meiningin í veruleikanum er.


Kúrrur løgmaður

Tað, løgmaður hevur havt at føra fram í seinastuni viðvíkjandi fullveldismálinum og Hvítubók hevur verið ógvuliga avmarkað. Tí heldur Jóannes Eidesgaard, at eitt tað mest spennandi við aðalorðaskiftinum fer at verða, um løgmaður fer at koma við nøkrum greiðum og ítøkiligum viðmerkingum til málið.


Eingin niðurstøða

Jóannes Eidesgaard sigur seg vera heilt vísan í, at eingin niðurstøða fer at koma burturúr aðalorðaskiftinum. Orsøkina sigur hann vera, at eitt aðalorðaskifti bert endar uttan nakra niðurstøðu ella atkvøðugreiðslu. Tí sær hann stóran vanda vera fyri, at aðalorðaskiftið bert fer at vera eitt gott høvi hjá hvørjum einstøkum politikara at proklamera sínar hugsanir um málið, uttan meiningarnar nakrantíð verða avkláraðar.

Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at løgtingslimir sleppa til orðanna í 20 minuttir í part til eitt aðalorðaskifti og hartil ber eisini til at koma við viðmerkingum, men tó er tað ógvuliga avmarkað, hvussu nógv verður avklárað við eitt slíkt orðaskifti. Og tískil er tað, at Jóannes Eidesgaard loyvir sær at ivast í, um tann breiða semjan verður funnin undir aðalorðaskiftinum. Ein onnur orsøk er, at hann heldur, at samgongan bert vil hava aðalorðaskiftið avgreitt. Tí aðalorðaskiftið var nevniliga ein treyt fyri, at Miðflokkurin vildi atkvøða fyri at farast skuldi undir fullveldisætlanina fyri einum ári síðan.


Ríkið verður markið

Tað hevur sambært útsagnum frá Høgna Hoydal og løgmanni ógvuliga nógv at siga fyri samgonguna, at ein breið politisk semja verður funnin millum føroysku flokkarnar á tingi, áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um ríkisrættarligu støðu Føroya. Tann breiða semjan hevur sjálvsagt eisini nógv at siga, tá einstaki føroyingurin skal atkvøða um samráðingarúrslitið.

Tískil hevur tað stóran týdning fyri samgonguna, at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við førda politikkinum. Men eru møguleikar fyri hesum?

Sambært formanninum í Javnaðarflokkinum verður tað limaskapurin í ríkinum, ið fer at skilja partarnar. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann heldur, at Javnaðarflokkurin greitt hevur meldað sín politikk út.

? Javnaðarflokkurin vil fegin diskutera konseptið um eina sjálvsstýrislóg, men Føroyar skulu verða verðandi í ríkinum.

Aðalorðaskiftið um Hvítubók byrjar í tinginum í morgin.