Spentur sum ein konfirmantur

- Eg havi ikki verið so spentur, síðani eg fekk konfirmatiónspengarnar, sigur Johnny McDonnell um nýggju uppgávuna í Føroyum

Nýggi hjálparvenjarin á føroyska fótbóltslandsliðnum gleðir seg sum eitt barn til at sleppa til Føroya at starvast saman við Brian Kerr. Johnny McDonnell sigur við Irish Times, at bara tankin um nýggju uppgávuna ger hann ovurspentan.

- Eg havi ikki verið so spentur, síðani eg fekk konfirmatiónspengarnar, sigur McDonnell við blaðið.

46 ára gamli írski hjálparvenjarin skal fyribils starvast fyri FSF restina av hesum árinum.

- Eg skal verða við teir sjey til tíggju dagarnar rundan um landsdystirnar, og tað er ein stórur møguleiki fyri meg at arbeiða í eini altjóða kapping. Eg klári næstan ikki bíða eftir at sleppa í gongd, sigur McDonnell.