- Eg og mínir liðfelagar plagdu á sinni ofta at flenna eftir gomlum monnum, sum gingu ørir av spenningi uppi í bønum og hugdu, men nú eri eg ein av teimum. Hetta hevur verið óhugnaliga spennandi. At NSÍ hevur gjørt eitt gott miðvíst ungdómsarbeiði, síggja vit her í dag, segði fyrrverandi NSÍ-spælarin Abraham Løkin eftir FM-sigurin.
- Tað var spennandi til dystir, tá man sjálvur spældi, men hetta er ræðuligt. Tað verður bara enn meira spennandi av at hava ein son á liðnum eisini.